Nú er staðfest, at toppskjúttin hjá 07 Vestur heldur ikki fram í felagnum. 07 Vestur skal eisini hava nýggjan venjara og kanska nýggjan málverja.
Uros Stojanov skoraði átta mál í sínum 19 dystum og gjørdist toppskjútti hjá 07 Vestur. Men 34 ára gamli serbin heldur ikki fram í felagnum. Hann sigur við bolt.fo, at hann gevst í 07 Vestur, men vónar at halda fram í føroyskum fótbólti.
Eisini er staðfest, at 07 Vestur skal hava nýggjan venjara. Jón Nordendal váttaði fyri FM1 í gjár, at Lars Arne Nilsen heldur ikki fram.
Av øðrum leikarum so ljóðar, at U21-landsliðsmálverjin Ari í Haralsstovu Petersen kann verða á veg til føroyameistararnar KÍ. KÍ hevur ikki sáttmála enn við nakran málverja til 2024 og tað ljóðar, at norski Markus O. Pettersen heldur ikki fram, meðan óvist er við Nils Jonatan Johansson.