Tað bleiv eitt gott kvøld hjá KÍ á Tórsvølli í gjár.
3-0 til KÍ móti meistarunum úr Slovenia telist millum bestu úrslitini hjá føroyskum feløgunum nakrantíð. Tað eru líka sigrarnir hjá sama KÍ-liðnum í summar móti Ferencváros og Häcken, sum liggja frammanfyri.
Og sigurin munaði á fleiri økjum. Í bólkinum gav hann KÍ trý stig sum gera, at KÍ er væl við í kappingini um ey bæði fremstu plássini í bólkinum.
Til føroyskan fótbólt gav hann 0.500 styrkisstig, sum muna væl og gera tað sannlíkt, at Føroyar verða í topp 38 og harvið byrjar steypavinnarin í 2024 í 2. umfari í Conference League í 2025. Tað gevur vanliga væl meir av pengum.
Til KÍ gav sigurin 2.000 styrkisstig, sum koma afturat 1.000 frá Lille dystinum. Her er tað eitt sindur fløkjasligt, tí tá bólkaspælið byrjaði hevði KÍ 2.500 styrkisstig í ár, men hetta fellir burtur, um KÍ kemur uppum 2.500 í bólkaspælinum. Tað kom KÍ í gjár, so KÍ nú gevur 3.000 styrkisstig fyri 2023.
Í pengum munar sigurin eisini hjá KÍ. Hann gav felagnum 3,7 milliónir.
Stuðlað umrøðuni av KÍ í bólkaspælinum í UEFA Conference League í 2023 hava: