Hósdagin kemur tað á pappírinum besta liðið, sum KÍ nakrantíð hevur møtt, á vitjan í Føroyum.
Reyða Stjørna, Young Boys og Ferencváros. Hetta eru kanska tey á pappírinum bestu liðini, sum KÍ nakrantíð hevur møtt. Men nú fara vit í ein heilt annan flokk, tá KÍ hóskvøldið møtir franska felagnum Lille. Hetta liðið hevur eitt virði sum er áleið tríggjar-fýra ferðir so høgt sum áðurnevndu feløg. Lille var meistari í Fraklandi í 2021 og vann sín bólk í Champions League í 2022.
Lille er stórfavorittur at vinna hendan bólkin hjá KÍ og vann eisini 2-0 í 1. umfarinum á Olimpija Ljubljana. Dysturin hóskvøldið á Tórsvølli byrjar kl. 17.45. Hyggja vit eftir søluni á atgongumerki.fo, so er enn ikki tað stóra selt til hendan søguliga dystin, sum er tann fyrsti í Føroyum í einum altjóða bólkaspæli fyri feløg hjá UEFA.
Stuðlað umrøðuni av KÍ í bólkaspælinum í UEFA Conference League í 2023 hava: