Tað var ein leikari, sum skaraði framúr á toppskjúttaralistanum hjá U16-gentum í ár.
Sum vit skrivaðu í síðstu viku, so var tað HB, sum vann FM hjá U16-gentum. Men tað var ein KÍ-leikari sum var í flokki fyri seg, tá hugt verður eftir toppskjúttaralistanum. Kára Sigurðsson skoraði heili 19 mál. Tær næstu á toppskjúttaralistanum vóru Sara benjaminsen (Skála) og Lý Gray Djurhuus (HB). Okkum er upplýst eftir at greinin er almenn, at onkrir av leikarunum hava skorað væl fleiri mál, tí dómaraseðlarnir ikki eru fult skrásettir. Sí toppskjúttaralistan sambært Comet niðanfyri.