Undan kappingarárinum 2022 bleiv samtykt, at loyvda talið av útskiftingum fór frá trimum upp í fimm.
Sagt var, at hetta bleiv ein roynd. Vit hava hugt eftir, hvørji lið hava gjørt mest brúk av hesum og har sást í stóru myndini eru tað toppliðini, sum gera mest brúk av tí. Men so eru undantøk. M.a. er Víkingur eitt av liðunum, sum ger fæst útskiftingar bæði í 2023 og 2022. Vit síggja eisini, at AB sum botnlið liggur á 5. plássi fyri flestar útskiftingar. Í trimum av fýra førum eru tað uppflytararnir, sum hava gjørt fæst útskiftingar. Undantakið var AB i 2022. Sí hagtøl niðanfyri, sum hava FaroeSoccer sum keldu.