Jóannes Bjartalíð er fyri aðru ferð hetta kappingarárið á vikuliðnum.
Fredrikstad, har Mikkjal K. Thomassen er venjari, vann 2-1 á útivølli móti Ranheim í vikuskiftinum og nærkast nú at fáa uppflytingina staðfesta. Fyrra málið skeyt Brandur H. Olsen, meðan Jóannes Bjartalíð legði upp til tað seinna málið. Obos, sum næstbesta deildin eitur í Norra, hevur sína heimasíðu, sum hvørt umfar velur vikuliðið. Hesaferð er Jóannes Bjartalíð á vikuliðnum fyri aðru ferð hetta kappingarárið.