Skal HB varðveita FM-møguleikan, so skal dysturin vinnast og skal Víkingur varðveita topp 3 møguleikan, so skal dysturin vinnast.
Í kvøld verður ein áhugaverdur dystur í Gundadali millum nummar trý og fýra, HB og Víking. HB er undan dystinum fimm stig frammanfyri Víking. Við tað at steypafinalan liggur eftir landskappingina, so er neyðugt at enda í topp 3 fyri at við vissu tryggja sær eitt Evropapláss undan steypafinaluni. Um ikki, so er neyðugt við hjá Víkingi at fáa hjálp frá HB, sum tá má vinna steypakappingina ella hjá HB verður neyðugt at vinna steypakappingina.
Eftir at KÍ setti stig til í gjár, so er FM-møguleikin hjá HB framvegis til staðar, um KÍ heldur fram við at fáa tey úrslitini, sum liðið hevur fingið eftir summarsteðgin. Men tá krevst nokk, at HB vinnur allar sínar dystir sum eru eftir.
Hjá Víkingi er hetta møguleikin og helst tann síðsti eisini at koma inn aftur í stríðið um topp 3. Vinnur HB so endar Víkingur sera sannlíkt á 4. plássi.
Talan er um tvey lið, sum hava fingið góð úrslit eftir summarsteðgin. HB hevur vunnið allar uttan móti KÍ, meðan Víkingur hevur vunnið allar sínar fimm dystir. Burtursæð frá dystinum móti alternativa KÍ-liðnum, so hevur Víkingur ikki møtt nøkrum topp 5 liði eftir summarsteðgin, so hetta verður stóran royndin.
Dysturin í Gundadali í kvøld byrjar kl. 18.00 og verður vístur í R1 hjá Televarpinum. Dómari verður Jóhan Hendrik Ellefsen.