Gunnar Vatnhamar og hinir í Víkingi Reykjavík spældu steypafinalu í dag. Gunnar spældi allan dystin á vinstra bakki (og ikki sum vinstri miðverji í trýmansverju, sum fyrr stóð).
Víkingur Reykjavík vann 3-1 á KA. Víkingur Reykjavík er eisini greitt oddalið í landskappingini, so talan kann blíva um eitt óvanliga gott fyrsta ár í Íslandi hjá leirvíkinginum. Jóan Símun Edmundsson spældi allan dystin fyri KA, meðan Pætur Petersen sat á bonkinum allan dystin.