Hóast hann hevur verið og er darvaður av skaðanum hann fekk á norðoyastevnu, so skorar Páll A. Klettskarð framvegis í toppdystunum.
Eftir summarsteðgin hevur KÍ skorað trý mál í teimum báðum dystunum móti topp 4 liðum og tvey av málunum hevur Páll A. Klettskarð skorað. Hann hevur bara spælt tríggjar dystir, allar sum innskiftari, eftir skaðan á norðoyastevnu og er enn nakað frá at kunna spæla við fullari megi.
Men hevði hann spælt allar dystirnar, so hevði hann helst sligið øll met fyri mál og málstig í ár. Tí hóast hann bara hevur spælt 1042 minuttir, so hevur hann 25 málstig. Hann hevur skorað flest mál (16) og hevur lagt upp til flest mál (9) í deildini hóast hann bara hevur spælt 58 % av spælitíðini hjá KÍ (1800 minuttir). Tað gevur 42 minuttir pr. málstig í miðal.
Páll A. Klettskarð avgjørdi toppdystin móti HB í gjár, tá hann skoraði sigursmálið í 79. minutti, tá KÍ vann 2-1 á HB.