Føroyar hava tríggjar undankappingardystir eftir. Á heimavølli móti Póllandi og á útivølli móti Kekkia og Albania. Og av hesum, so er heimadysturin móti Póllandi helst besti møguleikin at fáa stig, tí bæði Albania og Kekkia liggja frammanfyri Pólland. Pólland er í kreppu eftir enn eitt tap í gjár og miðlar ivast í, um Fernando Santos verður sitandi fram til komandi dyst, sum er í Føroyum.
Føroyski landsliðsvenjarin Håkan Ericson hevur eina dalandi formkurvu, tí fáa Føroyar ikki minst trý stig síðstu trý umførini, so verður 2023 tað vánaligasta árið hjá Håkan, tá hugsað verður um stig. Har skal havast í huga, at annaðhvørt ár er Nations League, har mótstøðan í miðal er væl veikari enn til HM- og EM-undankappingarnar. Sum Portalurin vísti á í gjár, so er tað bara móti Moldova, at tað hiugartil hevur eydnast at fingið stig móti í HM- og EM-undankappingum.
Stig hvørt ár hjá Håkan Ericson
2023: 1 (EM-undankapping, fimm dystir)
2022: 8 (Nations League, seks dystir)
2021: 4 (HM undankapping, 10 dystir)
2020: 12 (Nations League, seks dystir)