19 ára gamli Jørgen Nielsen hevur fingið eina framúr byrjan hesa undankappingina á U21-landsliðnum.
Jørgen Nielsen hevur skorað hatrrik í Armenia, har Hvítarussland-Føroyar spæla. Harav ein perla til 3-0 við framúr vøkrum langskoti. Støðan er 3-0 til Føroyar, so ein óvæntaður sigur kann verða áveg.
Men greitt er í øllum førum, at 19 ára gamli Jørgen Nielsen hevur skrivað søgu. Hetta er fyrstu ferð, at ein føroyskur leikari hevur skorað hattrik í U21-undankappingardysti. Og ikki nokk við tí, tí hóast Jørgen bara hevur spælt fýra U21-landsdystir, so hevur hann longu tikið metið fyri flest mál á U21-landsliðnum. Fimm mál hevur hann skorað og tað metið hevur hann saman við Stefan Radosavljevic. Jørgen hevur átta dystir afturat í hesi undankappingini afturat til at taka metið sjálvur og kanska útbyggja tað.
Dagført: Tað endaði 3-2 til Føroyar, ið sostatt vunnu ein flottan óvæntaðan sigur í Armenia móti Hvítarusslandi. Oddsini uppá ein føroyskan sigur var fimm ferðir pengarnar aftur undan dystinum. Føroyar hava sostatt fýra stig fyri tvey umfør undan stóru uppgávuni móti Kroatia í Klaksvík týskvøldið kl. 18.00.