Jóan Pauli Jacobsen, fótbóltssøgufrøðingur, skrivar søguliga grein um Sumba, sum bolt.fo hevur sum part av umrøðuni til 2.deild 2023, har bolt.fo hevur umrøtt øll umførini í 2.deild við serligum denti á tey trý feløgini, sum hava síni bestu lið í 2.deild. Tey eru MB, Royn og FC Suðuroy. Sumba hoyrir í dag undir felagsliðið FC Suðuroy, sum í gjár tryggjaði sær uppflyting til 1.deild. Fyrr í ár hava líknandi greinar verið um MB og Royn. Tær kunnu lesast í leinkjum niðast í hesi greinini.
Jóan Pauli Jacobsen skrivar:
Sumbiar Ítróttarfelag stovnað 21. mai 1940
Sumbiar ítróttarfelag varð stovnað 21. mai 1940 og sumbingar vóru longu við í landskappingini í 1943. Teir dystaðust á Móanesfløtu, men har var illa spælandi. Eftir seinna heimsbardaga dovnaði fótbóltsspælið í Sumba, men teir komu fyri seg aftur nógv ár seinni, og er tað einasta av feløgunum, ið stovnað vórðu í Suðuroy undir krígnum, sum varð endurstovnað. Annað er, at tey flestu feløgini doyðu burtur, tá ið menn aftur fóru í sigling eftir krígslok. Felagið fekk kortini eina ordiliga uppreisn í 1990 og stóð seg eisini væl stóran part av 1990-árunum.
Arnold Nielsen undangongumaður
Arnold Nielsen fekk í lag, at Sumbiar ítróttarfelag varð stovnað tann 21. mai í 1940. Sjálvur var hann í góðum árum og var formaður felagsins í 10 ár. Eldhugaður var Arnold fyri ítrótt og felagslívi, og var altíð framvið at eggja ungdóminum til gagnligt virksemi. Tann, sum lesur yrkingar og søgur Pól F’s og í aðrar mátar veit eitt sindur um sumbingar at siga, veit, at teir altíð hava verið fermir innan ta ítrótt, tað er at temja bát í havódn og søkja bjørgini – í slíkum viðurskiftum, har deyðin mangan er síðumaðurin. Tí var tað Arnoldi natúrligt, at sumbingar eisini komu sær fram innan ítróttalistina á leikvølli.
Arnold Nielsen var ættaður úr Sumba og føddur har 22. september 1910. Foreldrini vóru Súsanna Kathrina f. Kjærbo og Hans Niklái Nielsen. Einans seks ára gamalur gjørdist Arnold faðirloysingur. Læraraprógv tók Arnold frá Blaagaards Seminarium í Keypmannahavn 1937 og seinni prógv í føroyskum máli í Havn. Arnold andaðist 17. apríl 1993.
Nógv lið í Suðuroy undir seinna heimsbardaga
Líkt er til, at fótbóltsspælið blómaði í Suðuroy, meðan seinni heimsbardagi leikaði á. At ÍSF júst var stovnað í 1939 og farið var undir landskappingarnar, hevur óivað gjørt sítt. Nýggj fótbóltsfeløg vórðu stovnað í næstan hvørjari bygd í Suðuroy undir krígnum. Frammanundan vóru trý fótbóltsfeløg í oynni: TB, VB og Royn. Tá TB gjørdist føroyameistari á fyrsta sinni í 1943, vóru minst 14 lið í Suðuroy við tí endamáli at spæla fótbólt. Tey vóru:
Sumbiar Bóltfelag (Sumba), Vágs Bóltfelag (Vágur) VB 41 (Vágur), Ítróttafelagið Borgin? (Porkeri), Bóltfelagið Hov (Hov), Fámjins Bóltfelag (Fámjin), Øravíkar Bóltfelag (Øravík), Froðba (Froðba), Tvøroyrar Bóltfelag, Losjan NIOGT og Tvøroyrar Ungdóms Bóltfelag (øll á Tvøroyri), Trongisvágs Bóltfelag (Trongisvágur), Bóltfelagið Royn (Hvalba) og Sandvíkar Bóltfelag (Sandvík).
Luttaka longu í landskappingini í 1943
7 suðuroyarlið meldaðu seg til landskappingina í 1943. TB, Royn og TGB komu í Sunnanbólk A, og FB og ØB komu í Sunnanbólk B, meðan VB og Sumba komu í Sunnanbólk C. Norðanbygdirnar vóru ikki við. Í Sandvík var støðan tann, at fýra spælarar vóru burturstaddir, og aðrir fóru helst út á summarið. Royn hevði meldað seg til, men segði seg úr aftur, tí spælararnir vóru so bundnir av arbeiði, at eingin tíð var at venja um kvøldarnar.
14. juni spældu Sumba og VB fyrsta dystin í bólkaspælinum. Úrslitið gjørdist 3-3, men VB kærdi um dystin, tí Sumba hevði tveir bretar á liðnum. ÍSF ásetti umdyst. Umdysturin varð spældur 4. august, har úrslitið gjørdist 3-0 til VB í Vági.
Vágbingar høvdu lítlan hug at spæla í Sumba. Leikvøllurin var ein fløta eystan fyri bygdina, úti í haganum, nær við Akraberg. Sagt varð um vøllin, at hann heldi nógv, at framman fyri annað var málið var ein stór grøv og at hann lá so nær við høgt forberg, at bæði bóltur og fólk lætt kundu fara fyri bakka.
Kanska gjørdu vágbingar í so nógv av, men einaferð VB var í Sumba til fótbóltsdyst, varð bólturin sparkaður útav. Tað var gott veður, menn fóru heim í bygdina, flotaðu bát og fingu bóltin aftur, men tað vardi okkurt um hálvanannan tíma, áðrenn dysturin kundi byrja aftur.
Seinni dysturin skuldi upprunaliga leikast 27. juni, men varð ikki spældur tá vegna eitt trætumál frá fyrra dystinum 14. juni í Vági. VB møtti til dystin í Sumba 8. august, men tá var eingin bóltur tøkur (sumbingar høvdu av ósketni undan dystinum sparkað einasta bóltin av eggini í havið – og tað høvdu vágbingar upplivað fyrr!). Síðani noktaði VB at leika í Sumba við einasta bólti sínum, og Sumba vildi hvørki spæla í Vági ella á Tvøroyri. VB vann 3-0 á TB á Tvøroyri sunnudagin 29. august, men tann dysturin varð ógildaður, tí VB og Sumba skulu spæla seinna dystin av nýggjum á uttanveltaðum vølli á Tvøroyri. Tað góðtók VB ikki og vórðu kolldømdir.
Endin á rokinum varð, at Sumba skuldi spæla finalur ímóti vinnaranum av Sunnanbólki B, men dystirnir vórðu ikki leiktir, tí ØB bar seg undan at spæla vegna manningartrot. Sumba skuldi sostatt spæla finalu ímóti vinnaranum av Sunnanbólki A, TB.
Finalan í Sunnanbólkinum
Fyrsti dysturin millum TB og SB úr Sumba var á Tvøroyri tann 3. september 1943. Dysturin byrjaði kl. 18.00. gerðabókin hjá TB sigur sumbingar vera kvikar, men spældu nógv upp í luftina, sum vanligt er hjá nýbyrjarum. TB var nógv betra liðið og vann 7-0.
Eftir dystin var samkoma á Hotellinum. Lagið gjørdist so gott, at sumbingar, ið eftir ætlan skuldu suður aftur beinanvegin, slerdu av og vildu sleppa at dansa. Teir fóru ikki suður aftur fyrr enn kl. 3.30 um náttina.
Felagið varð endurstovnað í 1957
17. mars 1957 varð felagið endurstovnað. Somuleiðis vórðu lógirnar fyri felagið endurskoðarar og nýggj lóg varð gjørd. Tá varð navn felagsins broytt frá Sunnbiar bóltfelag til Sumbiar Ítróttarfelag.
Felagið fekk fyrsta vøll í 1974
7. desember 1974 fekk Sumba sín fyrsta vøll. Hetta var byrjanin til fótbóltin í landskappingini. Áðrenn høvdu sumbingar spælt fótbólt í skúlagarðinum. Vøllurin varð tikin í nýtslu tann 8. desember kl. 13.15, síðani spældu bestu liðini hjá Sumba og TB kl. 13.30. Vøllurin kostaði 400.000 krónur og varð tikin í brúk á sumri 1975.
Jacob Thomsen fyrsti venjari
Jacob Thomsen var allarfyrsti venjari hjá Sumbiar Ítróttarfelag í 1977. Annars høvdu menn í bygdini tikið sær av venjingini. Í 1982 vann Sumba 3. deild á Sandi.
Nýtt felagshús sett á skrá í 1985
Felagið átti onki øki at byggja á við vøllin, men bygdin hevði havt eitt øki, sum í síni tíð varð brúkt til tarvin. Í 1985 var ongin tarvur longur og tí varð samtykt á grannastevnu, at bygdanevndin skuldi yvirtaka økið og so skuldi hon taka støðu til, um felagið kundi fáa tað at byggja á.
Búmerkið frá 1987
Tað var í 1987, at Sumba fekk nýtt búmerki. Aðalfundurin í mars mánaða samtykti eisini nýtt búmerki fyri felagið. Tað var Jákup Hjaltalin úr Havn, ið teknaði búmerkið fyri sumbingar.
Fylti 50 ár og flutti upp
Sumba fylti 50 ár í 1990 og flutti samstundis upp í bestu deildina, tá nevnd 1. deild. Sumba setti samstundis met sum minsta felagið í Europa, sum spældi í bestu deildini. 2. umfar í landskappingini í 1991 gjørdist søguligt, tí tá fekk Sumba sín fyrsta sigur í bestu deildini, og tað var ímóti føroyameistarunum úr HB í Gundadali. Sumba vann dystin 3-1, og fekk HB-venjarin Jógvan Norðbúð reytt kort fyri at gera seg inn á annan linjuverjan tann dystin.
Fimm dagar aftaná møttust Sumba og HB aftur - hesaferð í Vági í steypakappingini. Sumba var á odda 2-1 til síðsta minutt og var tí tætt við at basa føroyameistarunum aðru ferð upp á fimm dagar, men trøini vuksu ikki inn í himmalin, og HB javnaði og vann í longdu leiktíðini. Magni Eystan Á fekk sostatt nógv burtur úr lítlum leikaratilfari í Sumba árini 1990 og 1991.
Hypnosan
Sumba var kent fyri at hava øðrvísi tilgongd fyri at fáa góð úrslit. Magni Eystan Á var ikki ráðaleysur, og setti seg í samband við ein sálarfrøðing av Tvøroyri, Óli Strøm nevndur. Óli nýtti svøvnleiðing ella hypnosu fyri at fáa leikararnir at slappa av. Leikararnir lógu á rygginum, meðan Óli tosaði róliga við teir, og bað teir hugsavna seg um okkurt annað enn fótbólt. Tá ið sálarfrøðingurin fór til Danmarkar at búgva, lurtaðu Sumba leikararnir eftir einum bandi, sum hann hevði tosað inn á.
Í einari samrøðu hevði Magni sagt við SVF: “Mínir leikarar eru eitt slag hypnotiseraðir áðrenn dyst við hasum sálarfrøðinginum". Og tískil varð heiti á bandinum, sum Sumba gav út fyrst í 1990-árunum, "Hypnosan".
Fyrsti dystur á Krossinum í 1991
Fyrsti dystur á nýggja graslíkinum á Krossinum í Sumba tann 4. august 1991. Sumba spældi ímóti VB. VB vann 2-1. Tað var landskappingardystur Í bestu deildini og samstundis eisini steypadystur.
Fólkagrundarlagið var 286 fólk
Í 1998 spældi Sumba í bestu deildini og megnaði at halda sær í deildini við einum fólkagrundarlagi á 286 fólk. Sumba endaði á 9. plássi við 9 stigum og skuldi spæla upp- og niðurflytingardyst ímóti LÍF, sum Sumba seinni vann samanlagt 3-2 sambært FaroeSoccer. Sumba man verða tað felagið sum hevur spælt í bestu deildini, sum hevur havt minsta fólkagrundarlag. Sambært hagstovu Føroya, so búðu 286 fólk í Sumba í 1998. Og bæði TB og VB spældu í bestu deildini sama ár. Sumba og LÍF møttust aftur árið eftir og tá vann Sumba samanlagt 6-2 (5-0 og 1-2).
Fýra ár í bestu deildini
Samanlagt hevur Sumba havt 4 kappingarár í bestu deildini: 1991, 1998, 1999 og 2000. Harumframt hevur felagið eisini luttikið í bestu deildini í einari samanlegging við onnur feløg: 1995 sum Sumba/VB; 2005, 2006 og 2007 sum VB/Sumba; 2010, 2012 og 2015 sum FC Suðuroy; 2017 og 2018 sum TB/FCSuðuroy/Royn.
Bolt.fo umrøður 2.deild í 2023
Bolt.fo koyrir eitt royndarár við regluligari umrøðu av 2.deild í 2023, har serligur dentur verður lagdur á feløgini, sum hava sítt besta lið í 2.deild. Tey feløgini eru MB, Royn og FC Suðuroy.