Tórsvøllur hevði helst verið loysnin undir ''vanligum'' umstøðum.
Fyri fyrstu ferð er eitt lið úr Íslandi í einum bólkaspæli. Tað eru Breiðablik við Klæmint A. Olsen og Patrik Johannesen í hópinum. Men hetta gevur stórar avbjóðingar í Íslandi.
Tað er íslendski miðilin fotbolti.net sum skrivar, at Breiðablik ikki fær spælt á sínum heimavølli uppá undantak. Laugardalsvøllurin hevur loyvini, men heldur ikki tann vøllurin kann við vissu hýsa dystinum, tí vøllurin ikki hevur møguleika fyri hita sum Tórsvøllur hevur.
Við tað at KÍ skal spæla sínar heimadystir á Tórsvølli og dystardagarnir eru teir somu, so verður neyvan ein møguleiki at spæla á Tórsvølli, skrivar íslendski miðilin.
Bolt.fo hevur frætt, at Norra kann blíva ein møguleiki.