AB hevur kunngjørt nýggja høvuðsungdómsvenjara.
AB skrivar:
Seinastu mánaðirnar hevur AB leitað eftir nýggjum høvuðsungdómsvenjara, og hann er nú funnin. Fyri fyrstu ferð í søgu felagsins er útlendskur høvuðsungdómsvenjari settur í starv, tí nýggi ungdómsmennarin er danski Philip Eades, sum hevur skrivað tvey ára langan sáttmála við AB.
Philip er 50 ára gamal, úr Keypmannahavn og hevur drúgvar royndir við at venja ungdóm og arbeiða við fólki. Hann hevur UEFA B-venjaraprógv og er eisini útbúgvin námsfrøðingur.
Í fleiri ár hevur danin starvast sum ungdómsvenjari hjá m.a. B1903, ið er eitt danskt høvuðsstaðarfelag við tilknýti til FCK. Síðstu tvey árini hevur hann tó verið fulltíðarsettur høvuðsungdómsvenjari hjá Nørrebro United, har felagið hevur upplivað eina stóra øking í limatalinum, meðan Philip hevur staðið við róðrið.
Philip Eades er ein ágrýtin og miðvísur venjari, ið vit vænta fer at hava ógvuliga jaliga ávirkan á okkara ungdómsarbeiði í samstarvi við hinar ungdómsvenjararnar í felagnum.
Danin kom til landið í gjár og fer harvið beint til verka. Í stuttari viðmerking við heimasíðuna sigur hann, at hann gleðir seg sera nógv at koma í gongd og læra fólkið í felagnum at kenna.