Tað er ikki bara KÍ og B36, sum hava altjóða uppgávur komandi vikuna.
Fróði Danielsen skal verða UEFA-umboðsmaður til dystin Hamruns Spartans-Dinamo Tbilisi, sum verður spældur á Malta. Kári á Høvdanum skal døma í Lettlandi, har FK Auda-Spartak Trnava spæla. Dan Højgaard og Jørlif Djurhuus verða hjálpardómari, meðan Alex Troleis verður 4. dómari.