Vit hava hugt eftir veðurforsagnunum í Tallinn, Derry og Budapest.
Sambært yr, so hava HB og B36 ikki nakað at óttast. Í Tallin verða áleið 20 hitastig, tá B36 spælir og í Derry verða áleið 14 hitastig, tá HB spælir. Hinvegin verður tað heitt hjá KÍ. Tí sagt verður frá áleið 29 hitastigum, tá KÍ spælir í Budapest mikudagin.
Tallinn: 20 hitastig
Derry: 14 hitastig
Budapest: 29 hitastig
Altjóða dystirnir hjá HB á bolt.fo eru umrøddir í samstarvi við:
Málarameistararnir Falkenberg tlf. 213154