Týskvøldið fær KÍ vitjan av besta liðnum, sum nakrantíð hevur spælt í Klaksvík.
Lutakastið hjá KÍ í Champions League gjørdi, at KÍ fekk tað hægst styrkismetta liðið, sum var av øllum 30 liðunum í 1. umfari. Meistararnir úr Ungarn síðstu fimm árini, sum eisini hava staðið seg væl í Evropa. Hetta er saman við Young Boys besta liðið, sum KÍ nakrantíð hevur møtt.
Hyggja vit eftir hópinum hjá Ferencváros, so síggja vit, at talan er um eitt lið við nógvum landsliðsroyndum. Sambært Transfermarkt, so hava tveir hava leikarunum eitt virði á 52 milliónir.
Leikarar sum hava byrjað inni síðstu venjingardystirnar eru m.a. hesir:
Málverji: Dénes Dibusz (32 ár) 28 A-landsdystir fyri Ungarn (virði sambært Transfermarkt: 32 milliónir)
Høgri bakkur: Endre Botka (28 ár) 23 A-landsdystir fyri Ungarn
Miðverji: Samy Mmaee (26 ár) 10 A-landsdystir fyri Marocco
Vinstri bakkur: Eldar Civic (27 ár) 24 A-landsdystir fyri Bosnia & Hersegovina
Sentralur miðvallarleikari: Abu Fani (25 ár) 14 A-landsdystir fyri Ísrael
Sentralur miðvallarleikari: Kristoffer Zachariassen (29 ár) 3 A-landsdystir fyri Norra (virði sambært
Transfermarkt: 52 milliónir)
Sentralur miðvallari: Mohamed Besic (30 ár) 47 A-landsdystir fyri Bosnia & Hersegovina og 37 dystir fyri Everton)
Vongur: Adama Traoré (28 ár) 52 A-landsdystir fyri Mali (virði sambært Transfermarkt: 52 milliónir)
Álopsleikari: Barnabás Varga (28 ár) 3 A-landsdystir fyri Ungarn
Álopsleikari: Ryan Mmaee (25 ár) 12 A-landsdystir fyri Marocco
Akkurat keyptur:
Sentralur miðvallarleikari: Mohamed Ben Romdhane (23 ár) 27 A-landsdystir fyri Tunesia
Altjóða dystirnir hjá KÍ í 2023 á bolt.fo eru umrøddir í samstarvi við: