Tað er møguleiki fyri, at vit fáa landskappingardyst á Tórsvølli á ólavsøku.
Sambært skránni liggur eingin landskappingardystur á ólavsøku í ár, um vit hyggja eftir 28. og 29. juli. Hetta kemst í høvuðsheitum av, at havnarfeløgini spæla Evropadystir í summar.
Men tað er møguleiki, at hetta verður broytt. Sambært góðum keldum hjá bolt.fo, so hevur TB spurt ÍF um at býta sínar dystir um soleiðis, at TB eigur heimadystin móti ÍF í 16. umfari, meðan ÍF fær heimadystin móti TB í 26. umfari. TB og ÍF eru samd um hetta treytað av, at dysturin skal spælast á Tórsvølli ólavsøkudag 29. juli, har TB eigur heimadystin.
Orsøkin er sum skilst, at gera nakað eyka burturúr, nú møguleikin er har. Nógv fólk – ikki minst suðuroyingar og fuglfirðingar - eru vanliga í Havn hendan dagin og nógvir føroyingar hava til siðvenju at fara til fótbólt hendan dagin. Leikararnir fáa møguleikan at spæla undir góðum kørmum og nógvum áskoðarum á Tórsvølli og tað eru leikarar hjá hesum báðum liðum ikki vanir við.
FSF skal tó góðkenna hesa ætlanina fyrst og sum skilst verður tann avgerðin í komandi viku. Talan verður um ein botngysara, tí TB liggur undan hesum dystinum á 6. plássi við 15 stigum og ÍF á 9. plássi við 9 stigum. Tað stendur sostatt ímillum, at TB sleppur leyst frá botnstríðnum ella at ÍF fær samband við TB, har munurin frá nr. 9 til 6 verður nærum eingin.