Hjálpardómarin hevði sín fyrsta dyst í bestu deildini í 1993.
51 ára gamli Regin Egholm fer leygardagin at verða hjálpardómari í bestu mansdeildini fyri seinastu ferð. Tað váttar hann fyri bolt.fo. Hann var fyrstu ferð hjálpardómari í bestu deildini í 1993 og sambært FaroeSoccer hevur hann verið hjálpardómari á hvørjum ári síðani tá. Tað gevur 31 ár út í eitt.
- Eg haldi, at hetta er eitt passandi høvi at steðga. Eg havi hugsað um tað í eina tíð, og nú Petur Reinert eisini hevur hendan dystin sum sín síðsta, so helt eg at tað kundi verða passandi at gevast hendan dystin, tí eg og Petur hava dømt nógv saman, sigur Regin Egholm við bolt.fo.
Ein fantastisk tíð
Regin sigur, at hetta hevur verið ein fantastisk tíð.
- Eg havi sagt tað ofta, at hetta er heimsins besta frítíðarítrív. Man fær hildið seg í form, man fær nógvar upplivingar og so fær man enntá eitt sindur av pengum fyri tað, sigur Regin.
Nógv góð minni
Regin hevur m.a. verið altjóða hjálpardómari í 11 ár og tað hevur verið stórt.
- Tað er tað, sum dómarar og hjálpardómarar stremba eftir. Har hava verið onkrir serligir dystir, har man hevur merkt ein heilt serligan stemning sum kann verða uttanlands. Her heima eru tað nokk tær fimm steypafinalurnar, sum kanska standa best í minninum, sigur Regin Egholm.
AB-07 Vestur spæla leygardagin kl. 15.00, har bæði Petur Reinert og Regin Egholm verða dómari og hjálpardómari fyri síðstu ferð í bestu mansdeildini.