Sáttmálin hjá Håkan Ericson gongur út í ár, og vit spurdu hann um hann heldur fram sum landsliðsvenjari.
Eftir landsdystin í kvøld spurdu vit Håkan Ericson, hvør støðan er viðvíkjandi hansara sáttmála. Síðani spurdu vit, um hann hevur áhuga at halda fram, um áhugi er aðrastaðni og um FSF hevur áhuga at leingja, men svarið var tað sama uppá allar spurningarnar.
- Onga viðmerking, segði Håkan Ericson við einum smíli.
Uppá fyrispurning um, hvussu long tíð gongur, til hansara framtíð er komin uppá pláss, so sigur hann, at tað væntandi verður innan stutta tíð.
Leysasøgur hava gingið um, at Håkan fer at gera nýggjan tveyárasáttmála.
Seinni hava vit viðmerkingar frá landsliðsvenjarunum um ymiskt frá kvøldsins landsdysti, sum Albania vann 3-1.