Nú eru bólkarnir komnir.
KÍ kann møta hesum fimm:
Ludogorets (Bulgaria)
Ferencvaros (Ungarn)
Zalgiris (Litava)
Shamrock Rovers (Írland)
The New Saints (Wales)
Víkingur kann møta hesum fimm:
1 Linfield FC (NIR)
2 Dundalk FC (IRL)
3 Connah's Quay Nomads FC (WAL)
4 FC Progrès Niederkorn (LUX)
5 Inter Club d'Escaldes (AND)
HB kann møta hesum fimm:
6 MŠK Žilina (SVK)
7 FC Haka Valkeakoski (FIN)
8 Derry City FC (IRL)
9 Víkingur Reykjavík (ISL)
10 Haverfordwest County AFC (WAL)
B36 kann møta hesum seks:
7 Paide Linnameeskond (EST)
8 Saint Patrick's Athletic FC (IRL)
9 KF Dukagjini (KOS)
10 Glentoran FC (NIR)
11 FC Hegelmann Litauen (LTU)
12 Penybont FC (WAL)
Ímun til tað sum bleiv gitt hjá KÍ, so eru tvær broytingar og tað er helst vegna tað fyrivarni, sum vit skrivaðu, at tey landafrøðiliga nærmastu vóru styrkismett ov lágt og tí bleiv onkur broyting, so at okkurt av teimum hægst styrkismettu bleiv við.
Her er áhugavert at síggja, at hóast Víkingur er einasta liðið í Conference League, sum ikki er styrkismett, sum hevur Víkingur kanska tann lutfalsliga besta møguleikan at fáa eitt gott lutakast. HB kann møta Gunnari Vatnhamar og hinum í Víkingi Reykjavík. Lutakastið til Conference League verður kl. 14.00 og Champions League verður kl. 13.00.