Nú er greitt, at B68 má verða uttan sín kanska besta leikara í álopspartinum í langa tíð.
Dabo fekk beinleiðis reytt kort móti HB sunnudagin fyri at hava givið HB-leikara ein alboga/slag. Eiler Rasmussen, dómari, gav fyrst gul kort, men eftir eina løtu og eftir at hava tosað við hjálpardómaran Andrew Christiansen og 4. dómara Heina Z. Viðoy, sum báðir stóu nær við hendingina, so bleiv gula kortið tikið aftur og ístaðin bleiv reytt kort givið. Sambært upptøkunum var eingin ivi um, at reyða kortið var rætti dómurin.
FSF hevur nú givið dómin og hann ljóðar uppá eitt leikbann á seks dystir.
Boubacar Dabo kemur sostatt at missa hesar dystirnar:
10.06: EB/Streymur-B68
25.06: B68-KÍ
28.06: EB/Streymur-B68 (løgmanssteypið)
01.07: TB-B68
27.07: AB-B68
05.08: B68-ÍF
Vegleiðing um leikbann finst HER