10. umfar í Betri Deildini hjá kvinnum verður leikt um vikuskifti. Tveir dystir eru á skránni leygardagin, har TB/FCS/Royn tekur ímóti EBS/Skála kl.13.00. Liðini hava leikt ein dyst ímóti hvørjum øðrum fyrr í ár, og tá endaði tað við 1-1 javnleiki. Liðini hava bæði eitt stig í part á stigatalvuni, og sostatt er lagt upp til ein spennandi dyst, tá liðini aftur bresta saman. Seinni dysturin leygardagin verður í Klaksvík á Norðoyastevnu, har KÍ og 07 Vestur spæla kl.16.00. Liðini hava leikt ein dyst ímóti hvørjum øðrum í ár, har KÍ vann 2-0.
Sunnudagin eru tvær grannauppgerðir á skránni. Kl.12.30 spæla HB og B36. HB liggur undan dystinum á 3.plássi við 16 stigum, meðan B36 liggur á 4.plássi við 12 stigum. Liðini hava leikt ein dyst ímóti hvørjum øðrum fyrr í ár, og tá vann B36 1-0. Sostatt er lagt upp til ein spennandi dyst ímillum hesi bæði havnaliðini. Seinasti dysturin í umfarinum er við Løkin, har NSÍ tekur ímóti Víkingi. Seinast liðini møttust var talan um ein málríkan dyst, har NSÍ vann 5-2. NSÍ liggur undan dystinum á 2.plássi við 20 stigum, meðan Víkingur er á 5.plássi við 11 stigum.
Dystirnir í 10.umfari:
Leygardagin:
Kl.13.00: TB/FCS/Royn-EBS/Skála
Kl.16.00: KÍ-07 Vestur
Sunnudagin:
Kl.12.30: HB-B36
Kl.13.00: NSÍ-Víkingur