Álopsparturin hjá Føroyum viknar fyri hvørja viku í løtuni.
Í síðstu viku sleyt Patrik Johannesen krossbandið í dysti í Íslandi og nú er greitt, at Meinhard E. Olsen eisini hevur slitið krossbandið í dysti í Norra. Tað váttar Meinhard fyri dt.no. Hann spælir sostatt ikki aftur fyrr enn í 2024.