Nú váttar B36, at venjarin hjá besta kvinnuliðnum er givin.
Bolt.fo skrivaði í gjárkvøldið, at alt bendur á, at TB fer at seta Tummas Erling Djurhuus sum nýggja høvuðsvenjara. Nú skrivar B36, at Tummas Erling hevur boðað felagnum frá, at hann gevst sum venjari.
B36 skrivar:
Betri kvinnur skulu hava nýggjan høvuðsvenjara
Tummas Erling Djurhuus hevur boðað starvsnevnd og hópinum frá, at hann gevst í starvinum sum høvuðsvenjari í B36.
Sigurin á EBS/Skála í gjár var síðsta uppgávan hjá honum fyri B36 á hesum sinni.
Hetta inniber at Betri kvinnur skulu hava nýggjan høvuðsvenjara, og tað arbeiðið er í gongd.
B36 ynskir at takka Tummas Erlingi Djurhuus fyri serstakliga gott samstarv í tíðini hann hevur verið í felagnum. Bæði um høvuðsungdómsvenjari og høvuðsvenjari hjá Betri kvinnum.