Komandi umfar í Betri Deildini fær harða kapping frá aðrari ítróttargrein og útlendskum fótbólti.
Útsetta 3. umfar í Betri Deildini hjá monnum er lagt mikukvøldið 26. apríl. Eitt kvøld har heimafeløgini kunnu fara at merkja, at kapping verður um áskoðarar og miðlar.
Tí sama kvøld kl. 19.00 spælir føroyska mandslandsliðið í hondbólti sín kanska størsta dyst í søguni, tá Ukraina vitjar í dysti, sum kann avgera, hvør kemur til EM-endaspælið. Tað er útselt til dystin. Tað er nokk væntandi, at flestu fjølmiðlar raðfesta hendan dystin hægst hendan dagin. Og kl. 20.00 er dysturin í Premier League millum Manchester City-Arsenal, sum av mongum verður mettur at kunna avgera, hvør vinnur meistaraheitið í Onglandi, har nógvir føroyingar hava sera stóran áhuga. Summi viðurkenna tað ikki, men tað er uttan iva so, at føroyskur fótbóltur er í kapping við Premier League um áskoðarar/hyggjarar.
So er spurningurin, um feløgini fara at leggja dystin annað tíðspunkt ella annan dag, men hetta seinna verður torført, tí fult umfar er longu aftur 30. apríl, har feløgini helst skulu hava eins langa hvíld, um tað er stutt millum dystirnar.
Eingin vandi er tó við TB-ÍF, tí mitt í viku mugu dystir spælast tíðliga í Suðuroynni, tí útiliðið skal heim eftir dystin, sum er kl. 18.45 av Krambatanga. Dysturin er lagdur til kl. 16.30. Tveir aðrir dystir hava fingið tíðspunkt á comet. B68-KÍ og HB-Víkingur, sum báðir byrja kl. 18.00. Hinir dystirnir eru AB-07 Vestur og EB/Streymur-B36.