4.umfar í Betri Deildini hjá kvinnum var leikt í vikuskiftinum. Á Eiðinum í Vági vann NSÍ stórt á TB/FCS/Royn, meðan EBS/Skála og 07 Vestur leiktu málríkan dyst, har tað endaði við 5-2 sigri til 07 Vestur. Talan var um ein dyst, har 07 Vestur legði bragdliga fyri og var á odda 3-0 eftir eitt korter. Men heimaliðið svaraði aftur við tveimum málum áðrenn hálvleik. Í seinna hálvleiki var tað útiliðið sum avgjørdi dystin. Endaliga úrslitið gjørdist 5-2 til EBS/Skála.
Í dag var ein dystur á skránni, tá KÍ tók ímóti B36 í Klaksvík. KÍ vann tann dystin 2-0. Hálvleiksstøðan var 1-0 til heimaliðið.
Úrslitini í 4.umfari:
TB/FCS/Royn-NSÍ 0-11 (0-6)
EBS/Skála-07 Vestur 2-5 (2-3)
KÍ-B36 2-0 (1-0)
Komandi umfar verður leikt komandi vikuskifti. Ein dystur verður leiktur leygardagin og síðan tríggir dystir verða leiktir sunnudagin.