4.umfar í Betri Deildini hjá kvinnum verður leikt um vikuskifti. Fyrsti dysturin er í morgin undir Mýruhjalla, har EBS/Skála tekur ímóti 07 Vestur. Hetta er fyrsti dystur hjá EBS/Skála í ár í landskappingini, meðan 07 Vestur tapti fyrsta dystin ímóti NSÍ. Dysturin byrjar kl.14.00.
Seinni dysturin í morgin er kl.15.00 á Eiðinum í Vági, har TB/FCS/Royn og NSÍ bresta saman.
Sunnudagin verður ein dystur leiktur, og tað er dysturin í Klaksvík millum KÍ og B36. KÍ vann í fyrsta dystinum, meðan B36 leikti javnleik ímóti Víkingi. Dysturin í Klaksvík byrjar kl.12.15.
Dystirnir í 4.umfari:
Leygardagin:
Kl. 14.00: 07 Vestur-NSÍ
Kl.15.00: TB/FCS/Royn
Sunnudagin:
Kl.12.15: KÍ-B36
Seinasti dysturin eí umfarinum er ímillum HB og Víking. Tann dysturin verður eftir ætlan leiktur tann 10.mai.