Her er dómaraseðilin frá Víkingi-TB.
Gilli R. Sørensen er blivin sjúkur eins og nógvir landsliðsleikarar hava verið í vikuni. Tí er hann ikki við. Og er dómaraseðilin rættur, so byrjar Víkingur við 10 leikarum. So vil tíðin vísa, um tað er eitt mistak ella um Víkingur tilvitað byrjar við 10 leikarum. Sí dómaraseðilin niðanfyri. Dagført kl. 16.23: Dómaraseðilin er nú broyttur soleiðis, at Víkingur hevur 11 leikarar frá byrjan. Vit hava viðheft dagførda dómaraseðilin undir.