Føroyingurin í Fredrikstad hevur verið skaddur í eina tíð og hevur av tí sama ongan venjingardyst spælt.
Tað er Frederikstad Blad sum skrivar, at Jóannes Bjartalíð hevur fingið góð boð. Hann hevur havt trupulleikar í fótinum.
- Myndir blivu tiknar fyrr í vikuni og tær vóru positivar. Tað merkir, at Jóannes kann ’’gira’’ upp. Hann hevur ikki pínu meir og kann verða aftur í fullari venjing innan stutta tíð, sigur Joacim Heier, ítróttarstjóri í Fredrikstad, við Frederikstad Blad.
Blaðið væntar, at Jóannes Bjartalíð kanska verður tøkur til fyrsta heimadystin, sum er móti Moss 16. apríl.