Soleiðis skrivar Jóan Pauli Jacobsen, fótbóltssøgufrøðingur, m.a. í søguligari grein um MB, sum bolt.fo hevur sum part av upptakt til 2.deild 2023, har bolt.fo fer at umrøða øll umførini í 2.deild við serligum denti á tey trý feløgini, sum hava síni bestu lið í 2.deild. Tey eru MB, Royn og FC Suðuroy.
Jóan Pauli Jacobsen skrivar:
Miðvágs Bóltfelag undangongufelag í Vágoynni
Tað hava verið tíðir, har virksemið hevur verið stórt og so aftur aðrar tíðir, har tað hevur verið lítið. Men ongantíð var heilt útkalt. Miðvágs Bóltfelag var eitt brent brotsspark frá at vinna meistaraheitið í bestu deildini í 1943, men glæsiliga tíðarskeiðið var undan fyrra heimsbardaga. Uttan aðra samanlíkning yvirhøvur, so byrjaðu Russiska kollveltingin og Miðvágs Bóltfelag sama dag – sunnudagin 22. januar 1905.
Fótbóltspresturin ættaður úr Føroyum
Ísak Johansen snikkarameistari við Svartá úr Saksun flutti til Keypmannahavnar um ár 1852 og búði har til hann doyði. Sonur hansara, Carl Johansen, spældi fótbólt við Boldklubben Frem. Harumframt hevði Johansen prestur annað álitisstarv í Frem, tí hann eisini hevði ábyrgd av at skráseta allar dystir og at skriva um teir. Tískil eru allir teir fyrstu dystirnir hjá Frem til skjals.
Tann 16. mars 1890 upprann tann heilt stóri dagurin, tá Frem, sum fyrsta danska felagið, vann 2-0 á Kjøbenhavns Boldklub orsakað av áhaldandi og ídnari venjing, m.a. møttu teir hvønn morgun klokkan 7 á Fælleden fyri at renna ein túr. Høvuðsorsøkin var helst, at nýtilnevndi heiðurslimurin, Johannes Heilbuth, hevði lovað 50 kr., um Frem vann. Holger Unmack og Carl Johansen hoyrdu til lyklaleikararnir hjá felagnum, og var tað í høvuðsheitum teir báðir, sum við ídni og ágrýtni undir venjingini við hópinum áttu heiðurin av tí fyrsta sigrinum á KB.
Stutt eftir hitti Carl Jóhonnu, sum var komin niður á húsarhaldsskúla. Jóhanna (f. 26. september 1870 í Havn) var dóttir Súsonnu (f. Petersen) úr Havn og Klæmint Olsen (f. á Toftanesi í Leirvík), táverandi sýslumann í Klaksvík. Tey giftust í Keypmannahavn og komu til Føroya tann 20. februar 1893, tí Carl fekk starv sum sóknarprestur í Vágum. Eitt starv hann røkti í samfull 21 ár.
Elsta fótbóltsfelag í Føroyum er TB. Hóast TB varð stovnað í 1892, eitt ár áðrenn Carl Johansen kom til Føroya, so høvdu teir onki lið at spæla ímóti. Allarhelst eru samferðsluforðingar, ongir vøllir og manglandi útgerð av ymsum slagi, sum hava lagt meinbogar í vegin. Og tað er helst sama orsøk til, at MB ikki varð stovnað fyrr í 1905. Men spæligleðin hevur neyvan vantað í Miðvági og spreiddi seg síðani til alla oynna.
Carl Johansen prestur legði miðvingum lag á
Carl Johansen var hann, ið skundaði undir fótbóltin í Vágum. Hann var upphavsmaður til Miðvágs Bóltfelag, sum var fyrsta fótbóltsfelag í oynni. Tað segðist um hann, at presturin úr Jansagerði hevði hug at skeita út á sandin undir gudstænastuni. Tá hugurin til fótbólt gjørdist ov stórur, stytti hann um prædikuna, og bað menninar um at koma oman á sandin at spæla fótbólt, meðan konurnar kundu fara heim at gera døgurða. Summi vildu vera við, at hann var ílatin fótbóltsklæðir undir prestakjólanum, so skjótari skuldi vera at skifta og uppaftur aðrar søgur vilja vera við, at Johansen prestur var so bundin av fótbólti, at hann einaferð skal vera komin til at enda eina prædiku við orðinum ”mál” í staðin fyri ”amen”.
MB stovnað 22. januar 1905
22. januar 1905 komu menn saman fyri at stovna Midvaag Boldklub. Tað var presturin í Jansagerði, Carl Johansen, sum saman við øðrum miðvingum stovnaði felagið. Hann hevði, tá hann kom úr Danmark, við sær vitan um fótbólt, ið vísti seg at koma at hava stóran týdning fyri miðvingar. Endamálsgreinin í elstu lógum felagsins er soljóðandi: “Foreningens formål er ved øvelser i boldspil, særlig fodbold, at fremme udviklingen af legemlig kraft og behændighed hos dens medlemmer.” Limagjaldið fyri íðkandi limir var 1,50 kr. fyri teir, ið arbeiddu heima og 1,00 kr. fyri teir, ið vóru til skips unidir Íslandi part av árinum. Fyri hvílandi limir var gjaldið 50 oyru um árið.
Nøkur feløg vóru longu tá stovnað, og miðvingar høvdu eisini, saman við prestinum runnið á sandinum eftir onkrum ið líktist fótbólti, men veruligur fótbóltur varð ikki leiktur fyrr enn eftir stovnanina av felagnum. Stutt eftir høvdu bæði sandavágsmenn og sørvingar eisini høvdu stovnað ítróttarfelag, og dystir vórðu mangan leiktir millum feløgini í Vágum, og altíð var hópur av áskoðarum. Sands Fótbóltsfelag var tað fyrsta felag, sum MB spældi ímóti úr hinum oyggjunum, men flestu dystirnir vóru tó spældir móti HB, bæði í Havn og á miðvágssandi. Tað vóru ikki einans teir tilkomnu, ið leiktu fótbólt, men eisini dreingirnir í bygdini, fingu skjótt áhuga fyri tí, ið fyrifórst niðri á sandinum. Fyrstu árini var tað einans fótbóltur, ið varð leiktur, men seinni komu eisini aðrar ítróttargreinir við.
MB spældi fyrstu dystirnar í 1905
Fótbóltsdystur var á skránni sunnudagin 2. juli 1905 millum MB og lið heiman av Sandi. Henda dagin kom fótbóltsmanning av Sandi við Smirli til Miðvágs. Tað var 3. ella 4. dysturin hjá miðvingum, harímillum ein ímóti SÍ.
Spælt var um sekstíðina á kvøldi. Vegna flóð varð dysturin leiktur longri uppi á sandinum, og har var sandurin sera leysur og trongligt var eisini. Ólukkutíð fløddi upp á sandin, meðan spælt varð. Úrslitið var, at summir mans annaðhvørt runnu í sjógvi upp undir øklar ella fløktust í uppskolaðum tara. Miðvingar vunnu henda margháttliga dystin 2-1.
Tríggir MB-leikarar á fyrsta “landsliðnum”
Áhugin fyri fótbólti var stórur millum miðvingar, og MB átti skjótt fleiri góðar leikarar. Á fyrsta sokallaða “landsliðnum”, sum í 1910 var í Noregi og spældi móti einum liði hjá Bergens fotballlag, átti MB tríggjar leikarar: Málmannin Godtfred Heinesen, Jóan Paula Ellefsen og Heina Joensen. Hinir leikararnir vóru úr HB og TB. Hóast føroyska liðið tapti 0-7 mundi úrslitið ikki koma so óvæntað, tí fótbólturin í Føroyum var jú nýggjur um hetta mundið.
Fótbóltspresturin formaður í Færøernes Boldspil-Union
Tann 29. juli 1913 var Færøernes Boldpil Union stovnað og Carl Johansen gjørdist fyrsti formaður. Bretski konsulin Coates gav tá FBU eitt steyp, sum tey føroysku liðini skuldu spæla um. Tað eydnaðist MB at vinna hetta steyp, finaludysturin varð spældur móti TB í mars 1914. Hetta er eitt sera vakurt steyp, og á tí stendur, umframt nøvnini á øllum leikarunum hjá MB: Challenge Cup presented to the Football Clubs of the Faroe Isles by A. C. Coates, British Consul at Tórshavn 1913.
Fruktin sást í 1914
Fyrsta veruliga fruktin sást í 1914, tá MB vann vakra “Coates-steypið”. Steypið er helst hitt vakrasta steypið í Føroyum. Seinasta dystin leikti MB móti TB 1. mars í Havn. Tað gekk eitt korter, áðrenn TB-liðið varð fullmannað og MB vann 2-1, har bæði liðini fingu eitt brotsspark í part. Tað var fyrsti dystur millum feløgini og MB-liðið spældi 5 ár (frá 1909 til 1914) uttan at tapa nakran dyst.
MB-liðið: Godtfred Heinesen – Hans Dánjal Joensen, Mikkjal Heinesen – Andreas Joensen, Jógvan Joensen, Jóan Hendrik Johannesen – Joen Hans Jacobsen, Jógvan Thomasen, Sámal Jákup Johansen, Hans Samuelsen (Hans á Støðini) og Sámal á Toft (Samuel Ellingsgaard)
TB vann von Mehren-steypið árið fyri móti HB og ynskti sjálvandi umdyst, men Dimmalætting frá 11. Juli 1914 skrivar: “Tveraa Boldklub har sendt Midvaag bóltfelag en Opfordring til en Fodboldkamp i Tveraa i Sommer; sidstnævnte Forening har til sin Beklagelse maattet afslaa at modtage Opfordringen, da man kun har Halvdelen af det egentlige Kamphold hjemme.” Sløk 30 ár seinni møttust feløgini aftur í einari finalu.
Hans á Støðini greiðir frá
Hans Samuelsen, Hans á Støðini, greiddi nakað soleiðis frá í Dimmalætting frá 10. juli 1982: “Hetta var í februar mánað og tað var illveður. Vit fóru fyrst til gongu norð á Fútaklett, hagar bátur úr Vestmanna kom eftir okkum og síðan skuldi føra okkum til Kvívíkar. Men tað var ov nógv brim í Kvívík, so teir fluttu okkum yvir á Streymoynna og settu okkum á land á Norðarugjógv. So varð gingið til Oyrareingir, har bátur úr Havn skuldi vera eftir okkum, men hesin var ikki komin, tá vit náddu fram. Nú varð vorðið myrkt, tí dagurin er stuttur hesa ársins tíð. Men bóndin á Oyrareingjum var sera blíður, og hann bjóðaði okkum inn til sín, har vit vórðu settir til borðs, so vit liðu onga neyð. Út ímóti midnátt kom báturin og førdi hann okkum til Havnar, hagar vit komu um tvey-tíðina, so tað var nátt, áðrenn vit komu til Havnar. Dagin eftir varð so dysturin spældur, vit vunnu 2-1 og fingu steypið, sum er tað prýðiligasta hjá felagnum enn tann dag í dag. Vit leigaðu okkum bát vesturaftur; men komnir vesturum Kirkjubønes fingu vit mótstreym, og máttu seta upp í Kirkjubø. Jóannes Patursson bóndi var eisini sera blíður. Bóndin hevði frætt, at vit høvdu verið í Havn og vunnið, og bjóðaði hann okkum inn, har vit fingu nógv gott at eta og drekka, og kjøtpotturin varð settur útá. Vit vóru glaðir fyri at fáa at eta. Men meðan vit sita og bíða eftir, at maturin kókar, kemur róp í, sjóvarfallið gekk undan, so vit máttu fara avstað, áðrenn borðhaldið var liðugt. Tá vit komu til Miðvágs stóð Carl Johansen, presturin, fyri okkum á brúnni og hann fekk steypið við sær til hús. Nú átti prestur bæði kalikin og po-kalikin í Jansagerði.”
Stórfingið farvæl til fótbóltsprestin
Í 1914 flutti prestur við familju aftur til Danmarkar, tí hann hevði fingið starv í Veflinge sókn á Fjóni. Tá Carl Johansen og Jóhanna fóru av stað við DFDS-Tjaldrinum hin 24. september, tá stóð øll miðvágsbygd og vinkaði farvæl. Jóhanna doyði tó stutt eftir, at tey vóru komin til Danmarkar (tann 6. januar 1915, bert 44-ára gomul), men Johansen prestur giftist uppaftur við danskari kvinnu.
Ongin finala um Coates-steypið í 1916
Aðalfundurin hjá Færøernes Bold-Union, sum skuldi vera á Ólavsøku í 1915, varð ikki hildin fyrr enn í januar 1916. Eitt av málunum, sum hevði skund, var at áseta leikdagin fyri finaluna um Coates-steypið fyri kappingarárið 1915-16 millum MB og TB. Men semja fekst ikki um sjálvan dagin. Avrátt var ístaðin, at dysturin skuldi spælast í Havn í síðsta lagi 1. november 1916; men finalan varð ongantíð spæld!
Fjarrit til prest á 25. ára stovningardegnum
22. januar 1930 fjarritaðu miðvingar til sóknarprestin í Veflinge, Carl Johansen: “I Dag er det 25 Aar, siden De startede Miðvág fótbóltfelag. Modtag i Dagens Anledning vor bedste Tak for Deres indsigtsfulde Undervisning, som har bragt Foreningen et sejrrigt Resultat.”
Føroyska Bóltspæl-Sambandið stovnað í 1930
16. mai 1930 varð Føroyska Bóltspæl-Sambandið stovnað, men feløgini í Vágum vóru ikki við á hesum sinni, tí har var so lítið fólk heima um summarið.
Stórsigur móti Bóltfelag Skotfelagsins í Havn
Sunnudagin 3. november 1935 spældu Bóltfelag Skotfelagsins (seinni B36) móti MB í Havn. MB vann 5-0. Eftir spælinum at døma kundi tað gott verið tað dupulta, so illa spældi Bóltfelag Skotfelagsins. Okkum tyktist tað vera ein skomm, at hin nýggi fótbóltsgeneralurin N. A. Eidesgaard bjóðar eitt so gott lið sum MB higar at spæla móti slíkum ringum spælarum sum hansara menn eru. Ímóti MB spælarum sóu teir út sum reinir smádreingir.
Ein eldri HB-spælari ið stóð og hugdi at segði: “Eg havi aldri enn ynskt at fremmandir skulu vinna her í Havn, men í dag geri eg tað.”
Vunnu eisini 5-0 á HB í Havn
Sambært Oyggjatíðindum frá 3. Oktober 1984, so var Miðvágs Bóltfelag aftur í Havn í 1939. Hesaferð var tað HB, sum stóð fyri skotum. Ein av gomlu spælarunum hjá MB, Johannes Joensen skipari, mintist væl ein dyst millum HB og MB í Havn í 1939. Miðvingar máttu tann langa vegin til Havnar yvir land. Tá teir komu til Havnar, gingu allir HB-arnir í fótbóltsstivlum (eitt ókent hugtak hjá miðvingum tá), og miðvingar vóru sjálvsagt í húðarskóm. Havnarmenn noktaðu at lána bygdafrellunum fótbóltsstivlar, og so varð spælt. “Vit slógu HB 5-0”, segði Mourits-Johannes, “men eitt mál varð kolldømt, og sjálvur haldi eg, at rætta úrslitið var 6-0”. Mourits-Johannes helt áfram, at soleiðis var skilið í Havn, tá “Klossarnir” komu at vitja.
Fótbóltur í Miðvági undir seinna heimsbardaga
”Tað, sum bleiv spælt fyri kríggið, kann illa kallast fyri fótbóltur, tá bleiv tað bara langa til, og skumpa!” hevur Høgni Johansen greitt frá. Undir seinna heimsbardaga vóru nógvir bretar í Vágum og teir lærdu miðvingar at spæla fótbólt. Hesi árini vórðu nógvir dystir leiktir millum MB og lið mannað við bretum. ”Vit spældu bæði ímóti teimum og við teimum”. Hetta hevur óivað gjørt sítt til, at MB í 1943 kom í finaluna í landskappingini móti TB.
Spælt var niðri á sandinum, har lærdu teir miðvingar ymsan teknikk, millum annað at finta; eisini lærdu teir málmenninir upp. Eingilskmenninir høvdu bæði bóltar og fótbóltskógvar við sær til Føroyar; og fleiri miðvingar fingu fótbóltsskógvar frá teimum. Eisini seldi handilin Dalles fótbóltsskógvar undir krígnum.
Tað vóru fleiri góðir fótbóltsspælarar í bygdini um hetta mundi, millum aðrar: Hans Jacob Hansen, Jóannes norði í Stovu, Jóhannus Joensen, og brøðurnir, Thorstein og Laurentius á Byrginum, vóru serstakliga góðir. Og ikki minst Svend á Vágalið - hann var tann besti á vøllinum. Høgni Joensen heldur, at vágamenn mundu hava bestu fótbóltsspælarar í landinum undir krígnum.
Brent brotsspark frá meistaraheitinum í 1943
Landskappingin í 1943 varð skipað í 4 bólkar: Eystan, Miðjan, Vestan og Sunnan (tó í A, B og C, tí Suðuroyggin hevði 10 feløg, harav 7 luttóku í landskappingini). Í bólkinum fyri Vestan vóru SÍ, SÍF og MB, men sørvingar tóku seg úr kappingini, tá spælast skuldi, tí fleiri av spælarunum vóru farnir til skips. Tískil vóru bert tveir dystir í innleiðandi bólkinum hjá miðvingum og sandavágsmonnum.
Liðini møttust, sum ásett í skipanini, 14. juni í Sandavági. Dysturin endaði málleysur 0-0. Eftir ætlan skuldu liðini møtast aftur í Miðvági 25. juni, men dysturin varð ikki spældur fyrr enn 8. august. MB vann 1-0.
Í hálvfinaluni í Havn bíðaðu føroyameistararnir frá 1942, KÍ, sum mátti vera fyrstamálverjan, Hans Hansen (seinni Háfjall fyriuttan). Varamaðurin hevði úr at gera, tí MB vant burtur úr KÍ og førdi 3-0 eftir 24 minuttir. Í Miðvágs-liðnum vóru fleiri frálíkir spælarar. Serliga góðir vóru Haraldsens-brøðurnir, Tórstein og Laurentsius, sum veingir í hvør sínum borði. KÍ hampaði um úrslitið í seinna hálvleiki við einum máli, men MB vann 3-1 og skuldi spæla finalu í Havn móti TB, sum vann 5-2 á B36.
Tað sigur ikki so lítið um ferðasambandið í millumkrígstíðini, at talan var um fyrsta dyst millum MB og TB síðani 1914 ella útivið 30 ár. Útlitini vóru annars ikki góð undan finaluni. Smyril mundi ikki loyst frá bryggju á Tvøroyri orsakað av vindi og í Havn oysregnaði undan dystinum, men stóra áskoðarafjøldin fekk undirhald fyri allar pengarnar og stóð líka spent til seinasta minutt.
Beinanvegin sást, at tað vóru tvey jøvn og álopssinnað lið, sum kappaðust um meistaraheitið. Miðvingar løgdu seg á odda, men tvørámenn javnaðu stutt eftir. Sama hendi í seinna hálvleiki. Dysturin endaði javnur 2-2, og tí gjørdist neyðugt við longdari leiktíð. Hóast spælt varð í ein hálvan tíma afturat, eydnaðist hvørgum at fáa mál, tó at atsóknirnar vóru nógvar báðar vegir. Dómarin, Niels Juel Arge, bríkslaði fyri brotssparki til TB í umdystinum, men tann frálíki MB-málverjin, Alfred Jørgensen, bjargaði. Neyðugt var við nýggjum dysti.
Sunnudagin 26. september brustu somu saman aftur í Gundadali. Ein bretskur hermaður var dómari og veðrið var heldur frægari. Nú lá ikki líka væl fyri hjá liðunum at skora og vanliga leiktíðin endaði 0-0. Aftur var neyðugt við umdysti. Í fyrra hálvleiki av umdystinum varð brotsspark dømt til MB. Áskoðararnir væntaðu, at nú fór avgerandi málið at falla, men skotið fór væl upp um yvirliggjaran. Miðskeiðis í seinna hálvleiki staðfesti Palli Jönsson sigurin fyri tvørámenn, meðan miðvingar iðraðu seg sum vera man.
Liðið hjá miðvingum hevur verið nakað soleiðis mannað avgerandi dystirnar í Havn: Alfred Jørgensen – Joen Pauli Johannesen, Jens Jacob Niclasen – Johannes Joensen, Hans Ellefsen, Richard Jørensen – Laurentius Haraldsen, Jóannes Rasmussen, Svend á Vágalið, Otto Johannesen og Thorstein Haraldsen. Eykamaður: Hans Jacob Hansen.
Tað var til sama høvið, at fekk Miðvágs Bóltfelag sær flagg. MB hevur enn í dag eitt flagg, sum er blátt-hvítt stríput við bókstavunum MB í reyðum.
Í finaluni um Brendsteypið í 1944
Januarmánað 1944 var A. Brend-steypið givið bretum og vágamonnum at kappast um. Eingilskmenn høvdu átjan lið, sum sett vórðu saman til fimm. Vágamenn høvdu trý lið – Sandavág, Miðvág og Sørvág. Sandavágur og Miðvágur komu í finaluna. Kappingin fór fram henda mánaðin. Sandavágur vann við 1-0 og fekk steypið til ognar.
MB fekk vøll og felagshús í 1969
Undangongumaðurin, Hans Eli Hansen lærari úr Klaksvík, endurstovnaði MB í 1966, tá hann fekk starv í skúlunum har. Pápi hansara var eisini ættaður haðani. Hans Eli vandi eisini smádreingirnar, og líka fram til 1969 leiktu miðvingar á sandinum, men vend kom í tá framtakshugað fólk – kvinnur og menn – í sekstiárunum savnaðu pening inn og og gjørdu fyrireikingararbeiði til fót- og hondbóltsvøll. Hetta megnar verkið var klárt at taka í nýtslu á vestanstevnu í 1969, so nú nýttist teimum ikki longur at hugsa um flóð og fjøru. Tað skal nevnast, at bygdarfólkið stuðlaði vallararbeiðnum, og varð meginparturin av vøllinum gjørdur við sjálvbodnari arbeiðsmegi. Hans Samuelsen, Hans á Støðini, varð útnevndur heiðurslimur í sambandi við nýggja vøllin og eftir, at miðvingar fingu veruligan fótbóltsvøll á Oyrini, vaks áhugin fyri fótbólti í Miðvági munandi. Felagið fekk eisini eitt felagshús.
MB vann 2. deild í 1977
Í 1978 leikti MB fyri fyrstu ferð í 1. deild, tá tað eydnaðist at vinna 2. deild í 1977. Í bestu deildini byrjaði MB í Klaksvík, har teir førdu 3-0 í steðginum, men klaksvíkingar komu afturíaftur og fingu 3-3 javnleik. Eisini eydnaðist MB at fáa 2-2 javnleik móti HB í Havn, har stjørnuleikarin og landsliðsleikarin, Sámal á Vágalið, sonur áðurnevnda Svend, skoraði bæði málini. MB leikti í 1. deild í 1978, 1979 og 1980. Síðani aftur í 1983.
Arbeiðið upp á tær eru 18 metrar høgu ljósmastrarnar byrjaði 8. desember 1979 og tær seks ljósmastrarnar kostaðu 100.000 krónur. Áður vóru tílíkar ljósmastrar settar upp í Klaksvík og í Havn, hetta gav leikarunum enn betri møguleikar til at venja. Í 1983 varð bygt uppí felagshúsið.
MB-málið
Tá fótbóltslandskappingin 1981 var lokin, varð greitt, at MB hevði vunnið 2. deild, hóast teir høvdu eins nógv stig og sama málmun sum LÍF. Orsøkin til, at MB varð kosin vinnari, var ein avgerð, sum FSF tók hósdag sum seinastu dystirnir vórðu leiktir leygardag, ið segði, at um lið komu at standa á jøvnum í stigum og málmuni, vildi tað liðið, ið hevði skotið flest mál, vera at rokna sum fremra liðið. Henda FSF-avgerð varð fyriløgd Fótbóltsdómsnevndini, ið staðfesti hana. FSF metti MB at hava vunnið, tí teir høvdu skorað flest mál, men hendan reglan var ikki galdandi í 1981, og LÍF kærdi um avgerðina til Fótbóltsdómsnevndina og vildi vera við, at hetta samsvaraði ikki altjóða reglur – tá ongar tílíkar vóru til á hesum økinum. LÍF fekk viðhald frá Dómsnevndini, sum dømdi umdyst millum liðini á Sandi fyrst í oktober. Hesum noktaði MB tó fyri, tí teir mettu kappingina vera avgjørda,og tískil var LÍF vinnari av 1. deild í 1981.
Spennandi vágastríð í 1988
Kappingarárið 1988 kappaðust MB og SÍF um at flyta upp í bestu deildina. SÍF hevði niðasta liðið, Royn, í seinasta dystinum á heimavølli, meðan MB skuldi til Sørvágs at spæla móti SÍ, sum ikki vildi leggja seg uttan harðan kamp. Ímóti endanum legði Mikkjal Danielsen MB á odda 1-0, men Rasmus Niclasen javnaði stutt eftir fyri SÍ. Hinvegin vant SÍF burtur úr Royn, vann 8-0 og flutti upp. MB mátti tískil bíða til árið eftir at flyta upp.
Í 1. deild í 1990 og 1991
Tað var ein stórur dagur í Miðvágs bygdasøgu, tá lið teirra aftur var komið í fremsta rað, nevniliga 1. deild, har liðið loypti hvøkk á fleiri mótstøðulið. Tann 27. mai 1990 spældi MB fyrstu ferð á graslíkinum í Miðvági. Liðið vann 2-0 á GÍ, sum kærdi dystin , tí Paul Snowball stóð ikki á dómaraseðlinum og FSF dømdi MB at tapa 0-0. Tríggjar vikur seinni tapti MB 5-6 í Klaksvík, hóast miðvingar høvdu ført 4-0 stutt inn í 2. hálvleik, tá Jens Erik Rasmussen gjørdist trímálskjútti. Tó endaði liðið á 4. plássi og spældi aftur í bestu deildini 1991. Toppskjúttin í bestu deildini hjá MB er annars Birgir Jørgensen við 14 málum árini 1990 og 1991.
Tríggir vágamenn við í størsta bragdi
12. september sama ár vann føroyska landsliðið í fyrsta undankappingardysti nakrantíð 1-0 á Eysturríki, sum hevði luttikið í HM 1990 í Italia. Orsakað av, at Føroyar ongan altjóða leikvøll hevði, so varð dysturin spældur í Landskrona í Svøríki. Umframt Mikkjal Danielsen og Jens Erik Rasmussen, sum var eykaleikari, so skoraði ein annar vágamaður, sandavágsmaðurin Torkil Nielsen sigursmálið.
FS Vágar stovnað í 1993
Búskaparliga afturgongdin í byrjanini av 1990-árunum hevði sína ávirkan á ítróttarfeløgini. Nógv ungfólk fluttu av landinum, og hetta hevði við sær, at nógv ítróttarfeløg høvdu ilt við at manna lið. Miðvágs Bóltfelag var onki undantak hesum viðvíkjandi, og tí varð í 1993 undirskrivaður ein samstarvssáttmáli við SÍF um at leggja vaksnamannadeildirnar saman. Hetta samstarvið fekk heitið FS Vágar.
Hetta samstarv stóð so sína roynd í 1994 við góðum úrsliti. Jógvan Norðbúð varð settur sum venjari, og sum kunnugt flutti 2. deildarliðið upp í 1. deild og 3. deildarliðið flutti upp í 2. deild. Men í 2004 steðgaði samstarvið og MB hevur virkað sum sjálvstøðugt felag síðani, meðan kvinnurnar í oynni nú hava lið undir felagsheitinum 07 Vestur.
Keldur:
Suni Merkistein: Teir reystastu dreingir í norðum – ein føroysk fótbóltssøga (1892-1959). Bind 1
Grein á vp.fo: Fótbóltur í Miðvági undir seinna heimsbardaga
Vágavarpið á vp.fo: Sámal á Vágalið
www.faroesoccer.com
www.tidarrit.fo
Bolt.fo umrøður 2.deild í 2023
Bolt.fo koyrir eitt royndarár við regluligari umrøðu av 2.deild í 2023, har serligur dentur verður lagdur á feløgini, sum hava sítt besta lið í 2.deild. Tey feløgini eru MB, Royn og FC Suðuroy.
Greinar um 2.deild 2023: