Seks leikarar hjá Moldova eru ikki tøkir í mun til teir, sum vóru tøkir til Nations League í fjør. Harav tvær av størstu stjørnunum og fýra av teimum, sum byrjaðu inni síðsta venjingardyst.
Tað er alment kent, at føroyska landsliðið er nógv skert til komandi landsdyst í EM-undankappingini móti Moldova. Men Moldova er eisini skert stendur á heimasíðuni hjá fótbóltssambandinum hjá Moldova. Har nevna teir seks leikarar, sum ikki eru tøkir. Teir eru:
Igor Armas (miðverji) spældi 6 av 6 Nations League dystum í 2022
Vadim Bolohan (miðverji) 5 av 6
Oleg Reabciuk (vinstri vongur) 4 av 6
Mihail Platica (verjukendur miðvallarleikari) 3 av 6
Artur Ionita (verjukendur miðvallarleikari) 2 av 6
Eugeniu Cociuc (verjukendur miðvallarleikari) 1 av 6
Av hesum er tað sum sást serliga í miðverjuni, at liðið er rakt, tí Igor og Vadim vóru í trýmansmiðverjuni saman í trimum dystum, meðan tað í hinum dystunum altíð var minst annar. Ársins leikari hjá Moldova síðstu trý árini sambært heimasíðuni er Oleg Reabciuk úr Olympiakos, sum heldur ikki verður við vegna skaða. Hann er eisini tann leikarin, sum á transferðmarkt hevur nógv hægst virði hjá Moldova. Næstur á tí listanum er Artur Ionita úr Benevento, sum heldur ikki er tøkur hesaferð. Fýra av hesum leikarunum sum mangla byrjaðu inni í síðsta venjingardystinum hjá Moldova, sum var móti Rumenia. Til samanberingar mangla Føroyar bara tveir av leikarunum, sum byrjaðu inni móti Turkalandi í síðsta Nations League dystinum.
Føroyar mangla hesar sum spældu minst tríggjar dystir í Nations League í 2022:
Gunnar Nielsen
Jóan Símun Edmundsson
Jóannes Bjartalíð
Hallur Hansson
Hørður Askham
Sonni Ragnar Nattestad
Harafturat manglar Brandur H. Olsen, sum var skaddur í 2022.
Hópurin hjá Moldova:
Málverjar: Cristian Avram (FC Petrocub, 8 dystir/0 mál), Dorian Railean (Unirea Dej, Romania, 6/0), Dumitru Celeadnic (FC Sheriff, 6/0), Victor Straistari (FC Sfîntul Gheorghe, 0/0)
Verjuleikarar: Veaceslav Posmac (Boluspor, Turkey, 59/2), Ion Jardan (FC Petrocub, 49/0), Sergiu Platica (FC Petrocub, 37/0), Ioan-Calin Revenco (FC Petrocub, 13/1), Artur Craciun (Hapoel Kfar Saba, Israel, 12/0), Victor Mudrac (FC Petrocub, 8/0), Daniel Dumbravanu (SPAL, Italy, 5/0), Mihail Stefan (FC Sfîntul Gheorghe, 0/0), Vladislav Baboglo (Oleksandriya, Ukraine, 0/0)
Miðvallarleikarar: Vadim Rata (FC Voluntari, Romania, 34/1), Mihail Caimacov (Torpedo Moscow, Russia, 18/1), Cristian Dros (Slavia Mozyr, Belarus, 14/0), Nichita Motpan (CSF Balti, 6/2 ), Alexandr Belousov (Spartak Varna, Bulgaria, 5/0), Victor Stîna (Panserraikos, Greece, 5/2), Victor Bogaciuc (FC Petrocub, 3/0), Serafim Cojocari (CSF Balti, 0/0)
Álopsleikarar: Ion Nicolaescu (Beitar Jerusalem, Israel, 31/9), Vitalie Damascan (FC Voluntari, Romania, 24/2), Maxim Cojocaru (FC Petrocub, 10/0), Virgiliu Postolachi (UTA Arad, Romania, 7/0 ), Marius Iosipoi (FC Petrocub, 6/0)