Nú er greitt, at miðvingar fáa útlendska tilgongd.
Sambært góðum keldum hjá bolt.fo, so hevur MB gjørt avtalu við 19 ára gamla Ismalia Touray. Talan er um ein leikara frá Ghana, sum kemur frá felagnum Bakoteh í Ghana.
Sum bolt.fo skilir, so er møguliga onkur annar útlendskur leikari, sum eisini verður partur av MB-hópinum í ár.
Bolt.fo umrøður 2.deild í 2023
Bolt.fo koyrir eitt royndarár við regluligari umrøðu av 2.deild í 2023, har serligur dentur verður lagdur á feløgini, sum hava sítt besta lið í 2.deild. Tey feløgini eru MB, Royn og FC Suðuroy.