Royn spælir í ár í 2.deild eftir, at kappingin er víðkað til 12 lið.
Bolt.fo hevur tosað við Jón Thomsen, sum er ein av venjarum hjá Royn. Hann sigur, at fyrireikingarnar hava gingið væl tó at teir høvdu ynkst at spælt fleiri venjingardystir. Royn hevur skipað seg soleiðis, at hópurin venur bæði í Hvalba og í høvuðsstaðnum, tí ein partur av hópinum arbeiðir ella býr í høvuðsstaðnum. Royn hevur spælt ein venjingardyst, har liðið vann 3-1 móti næstbesta liðnum hjá TB.
Tilgongd:
Sjúrður Jensen (FC Hoyvík)
Jónas Bech (FC Hoyvík)
Boas Nitchke (FC Suðuroy)
Ári Thomassen (TB)
Teitur Midjord (TB)
Boas Heinesen (byrjaður aftur)
Jason Stovugarð (byrjaður aftur)
Royn hevur eitt venjaratoymið á fýra persónar. Ken Fagerberg og Jón Thomsen taka sær av venjingunum í Hvalba, meðan Benjamin Midjord tekur sær av venjingunum í høvuðsstaðnum. Hesir koma allir eisini at spæla við og tí verður Rúni Thomsen, ið var venjari hjá Royn í 2016, at verða við á síðulinjuni á dystardegnum.
Flytingarvindeygað letur aftur í morgin 15. mars kl. 16.00 og tí kann okkurt henda afturat í Royn.
Bolt.fo umrøður 2.deild í 2023
Bolt.fo koyrir eitt royndarár við regluligari umrøðu av 2.deild í 2023, har serligur dentur verður lagdur á feløgini, sum hava sítt besta lið í 2.deild. Tey feløgini eru MB, Royn og FC Suðuroy.