Hvalbingar hava kunngjørt nýggja búnan til kappingarárið.
Royn skrivar:
Vit fara at spæla í hesum snøgga búnanum í 2023. Búnin er sermerktur á tann hátt, at Bóltfelagið Royn gerst 100 ára gamalt í ár.
Seinni hava vit upptakt frá Royn, har vit hava tosað við ein av venjarunum.
Bolt.fo umrøður 2.deild í 2023
Bolt.fo koyrir eitt royndarár við regluligari umrøðu av 2.deild í 2023, har serligur dentur verður lagdur á feløgini, sum hava sítt besta lið í 2.deild. Tey feløgini eru MB, Royn og FC Suðuroy.