Flytingarvindeygað letur aftur í morgin kl. 16.00.
Tað vanliga er, at nakrar leikaraflytingar altíð henda síðsta døgnið og soleiðis verður helst eisini hesaferð. Summi lið siga seg verða liðug at handla inn, men hjá fleiri væntast okkurt at henda hetta komandi góða døgnið.
Hjá meistarunum KÍ væntast meira tilgongd. Magne Hoseth, høvuðsvenjari, segði í samrøðu við KVF, at ein ella tveir nýggir leikarar kunnu koma afturat.
Nú veit bolt.fo frá góðum keldum, hvønn KÍ í øllum førum mest sannlíkt fær í hópin. Talan er um 20 ára gamlan leikara úr Ghana, sum eitur Latif Issah Ahmed.
Talan er um leikara, sum í fjør royndarvandi í norska felagnum Viking. Har avrikaði hann væl og lá til at fáa sáttmála sambært miðlum í Ghana, men í síðsta enda gjørdist niðurstøðan, at hann ikki fekk sáttmála. Sum skilst er tað góðu sambondini hjá norsku venjarunum í KÍ til Norra, sum hava fingið samband við hendan leikaran tann vegin, so hendan royndarvenjingin í Viking er helst grundarlagið fyri at royna hendan leikara.
Tað finst lítið og einki um hendan leikaran, tí hann hevur ikki spælt í Evropa áður og hetta hevur eisini avbjóðingar við loyvunum, sum enn ikki eru komin uppá pláss. Sum bolt.fo skilir, so er tað ein leikari, sum kann spæla øll plássini í vinstru síðstu. Sum vongur, vongbakkur og bakkur.
Flytingarvindeygað letur aftur kl. 16.00 í morgin 15. mars.