Tveir føroyingar vóru í dystarhópinum í Superliguni í dag.
Hvørki Petur Knudsen hjá Lyngby, sum vann 3-1 móti FC Midtjyllandi á útivølli, ella Martin Agnarsson hjá Viborg, sum spældi 1-1 móti FC Nordsjælland, komu á vøllin,. Men báðir vóru í dystarhópinum og sótu skrásettir á bonkinum. Í morgin verður A-landsliðið úttikið og tá fáa vit at síggja, um hesir báðir verða millum teir útvaldu.
Petur Knudsen hevur verið skaddur í longri tíð, men er nú komin fyri seg. Sambært góðum keldum hjá bolt.fo, so hava bæði KÍ og HB víst honum áhuga í vetur. Petur váttar fyri bolt.fo, at fleiri feløg høvdu víst sær áhuga bæði í Føroyum og uttanlands, men at hann væntar at halda fram í Lyngby. Hansara sáttmáli við Lyngby gongur út í summar.