TB fær meira styrk og samstundis nýggjan høvuðsungdómsvenjara.
Talan er um Markus Thorberg, sum skal verða høvuðsungdómsvenjari og leikari hjá TB. Talan er um 26 ára gamlan miðvallarleikara úr Norra. Hann kemur frá felagnum Hallingdal FK, men hevur eisini spælt fyri Bærum og Hønefoss. Hann er síðstu árini skrásettur fyri 50 dystir í triðbestu norsku deildini, teir seinastu í 2022.