(Upphiting til 2.deild) Í 1998 spældi Sumba í bestu deildini og megnaði at halda sær í deildini við einum fólkagrundarlagi á 286 fólk.
Sumba endaði á 9. plássi við 9 stigum og skuldi spæla upp- og niðurflytingardyst móti LÍF, sum Sumba seinni vann samanlagt 3-2 sambært FaroeSoccer. Vit síggja í brotinum m.a. samrøðu við Eivind Kjærbo, sum var við til at stovna Sumba í 1944 og liðskiparan Marlon Kjærbo. Sumba man verða tað felagið sum hevur spælt í bestu deildini, sum hevur havt minst fólkagrundarlag. Sambært hagstovu Føroya, so búðu 286 fólk í Sumba í 1998. Og bæði TB og VB spældu í bestu deildini sama ár. Sí videobrot niðanfyri.
Bolt.fo umrøður 2.deild í 2023
Bolt.fo koyrir eitt royndarár við regluligari umrøðu av 2.deild í 2023, har serligur dentur verður lagdur á feløgini, sum hava sítt besta lið í 2.deild. Tey feløgini eru MB, Royn og FC Suðuroy.