TB hevur fingið nýggjan álopsleikara.
TB-hópurin tykist um at verða komin uppá pláss. Í mun til hópin móti KÍ, so leggjast leikarar afturat. Chris Jastrzembski er komin til TB sum vit skrivaðu fyrr í vikuni, og nú er greitt, at ein álopsleikari eisini er blivin partur av TB. Talan er um 22 ára gamla serban Simeon Petrov, ið er 1,89 metur høgur. Hann kemur frá felagnum FK Prva Iskra.