B68 hevur sett nýggjan høvuðsungdómsvenjara.
B68 skrivar:
Rasmus Darre Haahr verður nýggi høvuðsungdómsvenjarin hjá B68.
B68 hevur gjørt avtalu við 32 ára gamla danan Rasmus Darre Haahr. Rasmus byrjar í starvinum sum høvuðsungdómsvenjari tann 15. apríl.
Rasmus hevur UEFA A Pro venjaraprógvið umframt ein BA í Ítrótti frá Københavns Universitet.
Rasmus kemur beint úr Keypmannahavn har hann dagliga lesur til lærara umframt at hann røkir eitt venjarastarv í HB Køge. Tvey tey komandi árini, verður hetta tó skift út við nýggjar avbjóðingar á Svangaskarði, sum hann gleðir seg nógv til.