Sjey av teimum 19 málunum í 1. umfari vóru skorað av leikarum, sum í vetur eru komnir til síni feløg.
Hesir leikararnir skoraðu í síni debut:
Luc Kassi (KÍ)
Mads Borchers (HB)
Mikkel Dahl (HB)
Mathias P. Nielsen (HB)
Uros Stojanov (07 Vestur)
John Villi Leo (TB)
Taufee Skandari (B36)
Hjá Mikkel Dahl og John Villi Leo var tað onnur debut, tí teir hava áður umboðað síni feløg.