Í dag var starvsnevndarval í FSF.
Níggju fólk stillaðu upp til teir tríggjar nevndarsessirnar. Vinnararnir vóru Anja Rein, Heri á Rógvi og Maria Jóhannusardóttir Joensen. Bolt.fo tosaði við tey øll um m.a., hvørja bakgrund tey hava í fótbólti, hví tey valdu at stilla upp, hvat tey høvdu gjørt fyri at fáa so gott valúrslit og hvørji hjartamál tey hava fyri komandi fýra árini, har tey skulu sita í starvsnevndini.
Hoyr samrøðu niðanfyri við Mariu Jóhannusardóttir Joensen, sum bleiv vald inn í starvsnevndina hjá FSF, har hon ikki hevur sitið áður.