FSF hevur tikið avgerð um, at nú kemur einki lið at hava sítt besta lið í 3.deild.
Royn skrivar:
Í gjár var formansfundur hjá FSF. Á fundinum varð m.a. avgerð tikin um at víðka 2. deild úr 10 liðum upp í 12 lið. Henda broyting hevur við sær, at Royn og MB skulu spæla í 2. deild í 2023!
Bóltfelagið Royn fegnast almikið um broytingina! Broytingin hevur sera stóran týdning fyri ta grundarlag, ið Royn kann byggja á framyvir. Vit fara aftur at spæla dystir á Skørðunum við jøvnum millumbilum, har vit ikki koma at uppliva avlýsingar í tíð og ótíð. Allar avlýsingarnar í 3. deild, hava verið sera tyngjandi fyri alla menning av okkara leikarum, sum ikki hava fingið støðuga leiktíð.
Við tí fólkagrundarlagi, ið er í sóknini, eru hetta bara positiv tíðindi, og vónandi kann hetta gera tað meira spennandi at spæla fyri Royn í framtíðini.
Vit gleða okkum til komandi kappingarár!