Jóannes Bjartalíð manglar eitt mál fyri at koma í topp 100.
Tá Jóannes Bjartalíð skorar næstu ferð, so verður hann 20. leikari í Føroyum, sum kemur uppum 100 landskappingarmál. Hyggja vit eftir hansara søgu, so hevur hann næstan eitt málstig pr. dyst, tí hann brúkar í miðal 96 minuttir um hvørt málstig. Kappingarárið í ár er tað besta, um hugt verður eftir minuttum pr. málstig, men tela vit brotsspørk frá, so var 2016 tað besta kappingarárið higartil. Hann hevur 172 málstig í 202 dystum. Sí hagtøl niðanfyri.

Kelda til mál og minuttir: FaroeSoccer