B71 boðar í dag frá, at felagið hevur fingið útlendskan styrk. Talan er um leikara, sum áður hevur verið á landsliðnum hjá Haiti.
B71 skrivar soleiðis í morgun:
So lat flytingargluggin uppaftur og felagið kann endiliga kunngera at kanadiski Frantzly Zephirin hevur skrivað undir við felagnum.
Frantzly er sum sagt úr Kanada, men av tí at pápin er úr Haiti, hevur hann áður leikt við haitiska landsliðnum. Frantzly er høgrubakkur, men kann flytast upp vongin, sum skilst.
Ungi kanadiumaðurin hevur verið hjá okkum nú í eina tíð og vit eru sera fegin um hansara blíða og lætta lyndi og vilja at hjálpa felagnum. B71 er eitt familju- og vinarfelag, so vit royna altíð at leita okkum leikarar, ið passa til tann profilin.
Hjartaliga vælkomin Frantzly og allarbestu eydnu í fyrsta dysti tínum í kvøld ímóti Víkingi!