B71 hevur sett málmansvenjara fyri ungdómsdeildina. Sostatt fáa allir málverjar í felagnum málmansvenjing einaferð um vikuna. Tann sum tekur sær av málmansvenjingini er B71 legendan Valdemar Nowicki, sum í mong ár vardi málið hjá besta liðnum hjá B71.
B71 skrivar soleiðis í dag:
Sum liður í arbeiðnum at styrkja venjingarmøguleikar í felagnum fyri allar limir, hevur B71 gjørt avtalu við garvaða málverjan Waldemar Nowicki um málmansvenjing fyri børn og ung.
Møguleiki verður tí hjá øllum ungum málverjum felagsins at fáa málmansvenjing hóskvøld kl. 18.20 og tað er so frá í dag av.