Tosar við føroysk feløg um 2022.
Milos Budakovic bleiv álvarsliga skaddur í 2020, tá hann spældi við ÍF. Hann skifti til AB í 2021 og spældi fimm dystir eftir summarsteðgin. Men hann heldur ikki fram í AB. Milos sigur við bolt.fo, at hann nú er heilt frískur av skaðanum, men at hann ikki heldur fram í AB. Hann tosar við feløg, men hevur ongan sáttmála gjørt.
Sum skilst er Skála eitt av feløgunum, har hann hevur verði og kanska enn er uppá tal. Hyggja vit eftir feløgunum í Betri Deildini, so eru ikki nógvir møguleikar, tí nærum øll liðini hava fingið málverjarnar uppá pláss. Skála er tó eitt lið, sum skal hava nýggjan málverja, meðan KÍ enn ikki hevur sett navn á málverjan, sum kemur at kappast um plássið ístaðin fyri Kristian Joensen, sum er farin til EB/Streym.