Skaðin, ið hann fekk móti Armenia, var meira álvarsamur enn fyrst mett.
U21-landsliðsmálverjin Bárður á Reynatrøð hevur havt eitt gott kappingarár, bæði fyri Víking og U21-landsliðið. Men nú hevur hann fingið keðilig boð. Bárður mátti av vøllinum móti Armenia við skaða í hondini, men bleiv klárur at spæla í søguliga javnleikinum móti Fraklandi.
Eftir nærri kanningar í hesi vikuni er greitt, at skaðin í hondini er meira álvarsamur enn fyrst mett og krevur eina skurðviðgerð. Tað kemur at gera, at Bárður á Reynatrøð ikki spælir komandi vikurnar. Um alt kappingarárið er farið er óvist. Um Víkingur kemur í finaluna um løgmanssteypið, so er hon ikki fyrr enn 4. desember.
U21-landsliðið hevur dystir eftir í oktober og november móti Norður-Makedonia, Ukraina og Serbia.
Eykamálverji hjá Víkingi er 24 ára gamli Sonni Højgaard. Hann hevur einans spælt ein dyst í bestu deildini sambært FaroeSoccer.