Bolt.fo hevur fingið váttað, at leiguflogfarið hjá RFS ikki fer úr Riga í kvøld.
Flogfarið er ikki farið úr Riga í dag, og hóast tað eru góð líkindi í Vágunum at lenda í kvøld, so kemur flogfarið ikki í kvøld. Hinvegin er FC Honka lent og dysturin hjá NSÍ kann tí spælast eftir ætlan hóskvøldið. Flogfarið hjá RFS kemur eftir ætlan tíðliga hósmorgunin. UEFA umboðsmaðurin skal saman við UEFA taka støðu til, um dysturin skal spælast hóskvøldið ella flytast til fríggjakvøldið.
Stuðlað Evropa Conference League umrøðuni av KÍ á bolt.fo hava: